Jan Christiansen
Býráðslimur fyri fólkaflokkin
Ongantíð áður eru skattainntøkurnar hjá kommunununi vaksnar so skjótt sum nú. Bara seinastu fimm árini er fíggjarætlanin økt við áleið 100 mill.kr. Hesin búskaparligi risavøkstur alt Føroyaland hevur havt seinastu árini, kemur sum sendur frá Guði, aftaná at okkara samfelag var farið á húsagang.
Søgan hevur víst, at katastrofur ofta kunnu verða viðvirkandi til at styrkja um støðuna hjá teimum raktu, aftaná at stormurin hevur lagt seg. At so er, vísir best støðan, sum Føroyar nú eru í. Tað er ikki tann stóri og sterki, ið hórar undan, tá tíðirnar broytast, men hann, ið er dugnaligastur til at laga seg eftir nýggju støðuni.
Tað føroyska vinnulívið dugdi at innordna seg broytingunum, ið hava verið, og er tað eitt sunt og kappingarført vinnulív vit nú síggja. Tann almenni sektorurin merkti sjálvsagt eisini kreppuna, men við teimum skjótt økjandi skattainntøkunum, er stórur vandi fyri, at bæði land og kommunur fara at økja óneyðuga nógv um umsitingina. Hjá tí almenna er eingin kappingarneyti, ið ger tað neyðugt at vera dugnaligur fyri at yvirliva. Nei, har er nógv lættari, og meira ómakaleyst, at brúka stóran part av meirinntøkuni at vaksa um egna umsiting.
Tað er tí av alstórum týdningi, at eitt nú Tórshavnar kommuna, ansar væl eftir ikki at lata ov nógv av skattainntøkuni fara til "egið" brúk, men at vanligi borgarin merkir at tíðirnar eru vornar betri. Serliga eru tað láginntøkurnar og miðalinntøkurnar, ið ikki hava merkt hesar góðu uppgangstíðir, vit hava havt farnu árini. Gongda leiðin má verða, at skattatrýstið altíð er minst møguligt, so at borgarin í størri mun umsitur egnan pening, heldur enn at tað almenna ger tað.
Nú eigur at verða sett í kortið, at lækka kommunu- og landsskattin líðandi komandi árini, so vit um nøkur ár kunnu koma niður á eitt meira hóskiligt støði. Lágt skattatrýst økir um hugin at vinna pening og vil gera at nettoinntøkan hjá fólki verður hægri.
Niðanfyri standandi mynd vísir inntøkuvøksturin hjá Tórshavnar kommunu seinastu árini, og vísir hon klárt, at tíðin nú er komin at linka um skattatýstið hjá borgaranum.. Kollafjarðar- og Tórshavnar kommuna verða lagdar saman á nýggjárinum, og verður tá neyðugt at hava sama skattaprosent í allari kommununi. Í dag er skattaprosentið í Tórshavnar kommunu 19%, ímeðan tað í Kollafirði er 18,5%.
Ikki er ráðiligt, hvørki at hækka ella at lækka skattin í ov ógvusligum lopum, men rætt er nú at lækka verðandi 19% skattatrýst eitt sindur. Ein gongd leið kundi verið, at komandi ár bleiv skattaprosentið í Tórshavnar kommunu 18,5%, sama sum skattaprosentið í Kollafyri nú er.
Lat ikki gávuna til kollfirðingar, við kommunusamanløguni, verða, at hækka teirra skattatrýst, men heldur at lækkað tað í restuni av kommununi.
Skattainntøkan hjá Tórshavnar kommunu seinasti árini (rundað tøl)
1994 223 mill.kr.
1995 251 mill.kr.
1996 258 mill.kr.
1997 301 mill.kr.
1998 314 mill.kr.
1999 338 mill.kr.
2000 360 mill.kr. (tillagað)
2001 378 mill.kr. (ætlað)










