Evropeiska løgreglusamstarvið Europol ávarar nú um, at tað er stórur vandi fyri, at yvirgangsmenn fara at søkja at málum í London, tá teir olympisku leikirnir verða hann í summar.
-Vit bera ótta fyri, at teir komandi olympisku leikirnir kunnu vera eitt álopsmál, og vit gera sjálvandi okkara ítarsta fyri at forða tí, sigur Rob Wainwright, sum er stjóri fyri løgregludeildini hjá ES.
Europol vísir á, at Bretland er eitt av høvuðsmálunum hjá islamistiskum yvirgangsfelagsskapum, og eitt tiltak sum teir olympisku summarleikirnir gevur álopsmonnum ein møguleika at raka nógv fólk ísenn. Tað hevur ljóðað, at yvirgangsbólkar høvdu ætlanir um at blanda eiturevnið cyanid upp í hondkrem undir OL.
-OL í London er utta iva eitt týðandi yvirgangsmál, tí Bretland er ikki langt aftan fyri USA sum álopsmál hjá yvirgangsmonnum, sigur svenski yvirgangsserfrøðingurin Magnus Ranstorp.









