Vandi fyri vatnflóð í Íslandi

Í Íslandi er vandi fyri, at áin Hvítá kann floyma upp um áarbakkarnar, tí áin er vorðin óvanliga stór eftir áhaldandi regn Myndugleikarnir siga, at sum er renna umleið 600 rúmmetrar av vatni í ánni um sekundið, men mátingar vísa, at við bygdina Selfoss fer mongdin upp um 1400 rúmmetrar um sekundið í nátt.

Hvítá verður tó neyvan so stór sum fyri einum ári síðani, tá umleið 2.000 rúmmetrar av vatni runnu í ánni um sekundið, skrivar Morgunblaðið. Tá stóru stór øki á Suðurlandinum undir í vatni.