Vandi fyri vanlukku

Næststørsti býurin í Irak, Basra, er kringsettur, og um fáar dagar verða fólk har noydd at frekka vatnið úr kloakkunum, sigur Reyði Krossur

Bretskir hermenn hava kringsett Basra, sum er næststørsti býurin í Irak. Har búgva umleið tríggjar milliónir fólk.
Reyði Krossur sigur, at altjóða hjálparfelagsskapir sleppa ikki inn í býin orsakað av kringsetingini, og felagsskapirnir bera ótta fyri, at hetta kann enda sum ein sonn vanlukka, kemur ikki broyting í.
Undir álopinum á býin fóru bæði el- og vatnveitingin, men tað eydnaðist verkfrøðingum hjá Reyða Krossi, sum eru í Basra, at umvæla vatnveitingina, men kortini hava 60 prosent av fólkinum einki reint vatn. Ein talsmaður hjá Reyða Krossi segði í gjár, at um fáar dagar verða fólk í býnum noydd at drekka vatnið úr kloakkunum.
Talsmenn hjá Reyða Krossi siga, at amerikanarar og bretar tykjast ikki hava nóg góðan kunnleika til, hvussu viðurskiftini eru í Irak. Teir siga, at tað ber ikki til at samanbera býir í Irak við býir í Afghanistan. Har høvdu allir býir egið vatn, men so er ikki í Irak, har vatnið ofta verður leitt langan veg.