Myndugleikarnir í USA hava smáar vónir um at finna teir 11 menninar, sum vóru á einum oljupalli, sum sakk í Meksikoflógvanum í gjár. Hini 115, sum arbeiddu á pallinum, vórðu bjargað.
Barack mObama, forseti, segði í gjárkvøldið, at myndugleikarnir fara at gera alt, sum gerast kann, fyri at finna tey horvnu og at forða fyri, at vanlukkan skal enda sum ein umhvørvisvanlukka.
Amerikonsku myndugleikarnir vita ikki, um olja kemur upp úr brunninum niðri á botni, men sambært felagnum, sum eigur tann sokna pallin, eydnaðist tað ikki monnunum at steðga oljuni, áðrenn pallurin sakk. Summar keldur siga, at um illa vil til, kunnu 8.000 tunnur av olja renna upp úr brunninum um samdøgrið.
Amerikanskir umhvørvisverndarfelagsskapir siga, at vanlukkan í Meksikoflógvanum kann gerast tann ringasta í USA síðani vanlukkuna við tangaskipinum Exxon Valdez, ið fór á land í Alaska í 1989.