Vandi fyri skaða av glasi av at drekka hesa ølina

Ávarað verðu nú bæði ímóti einum slagi av jólaøli, og einum slagi av toskarognum sum eru seld í handlum í Føroyum

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum ávísum slagi av toskarognum og einum ávísum slagi av alkoholfríum jólaøli, sum er selt í handlum í Føroyum. a

 

Rognini, talan er um, er Bornholms toskarogn, sum er í dósum við 100 grammum av rognum í. Orsøkin bakteriur eru funnar í nøkrum av dósunum

 

Talan er um rogn, sum er niðursjóðað í føgunum 6. desember til 9. desember í fjør og tann 12. og 13. desember í fjør, og tey halda sær til 6. til 9. desember í 2019 og til 12. og 13. desember í 2019.

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at vandi fyri at bakteriur, sum gera luft, eru í dósunum, so at tær verða útspílaðar. Orsøkin er at lokini, sum eru sveisað á, eru ikki heilt tøtt.

 

Tey siga, at sum so er hetta slagi av bakterium ikki heilsuskaðiligar, men fyri tað kunnu rognini verða spilt og tí eru tey ikki mannaføði.

 

Samstundis verður ávarað ímóti einum slagi av alkoholfríum jólaøli, nevniliga Ceres Jule-Hvidtøl við seks ølum í hvørjum pakka. Tað eru 33 sentilitrar í hvørjari fløsku.

 

Orsøkin er, at tá ið fløskurnar vórðu pakkaðar seks og seks, gekk okkurt galið og tískil kunnu fløskuhálsarnir verða viknaðir undir pakkingini. Sostatt er vandi fyri, at glaspetti kunnu koma í ølina, tá ið hon verður trekt upp. Og tað kann elva til skaða í munni og vælindum, umframt at tað kann elva til tannskaðar.

 

Her er talan um øl, sum er latið í fløskur í døgunum frá 29. august til 1. desember í fjør og tað heldur sær til frá 29. august til 1. desember í ár.

 

Í báðum førum mælir Heilsufrøðiliga Starvsstovan til at fólk tveita hesar vørur burtur, ella lata tær aftur í handilinin haðani tær eru keyptar.