Seinastu dagarnar hevur Heilsufrøðiliga ávarað ímóti trimum sløgum av matvørum. Orsøkirnar til ávaringarnar er, at í onkrum føri er vandi fyri fólk, sum eru ovurviðkvom, og í øðrum føri er vandi fyri salmonella.
Sostatt mælir Heilusfrøðiliga Starvsstovan til at tey, sum hava keypt hesar ávísu vørurnar, tveita tær burtur, ella fara aftur í handilin, haðani tær eru keyptar, við teimum.
Ein vøra, sum ávarað verður ímóti, er Dr. Oetker Choco Cover Dark 100 g, tí mjólkarúrdráttur er í tí, hóast tað ikki er merkt á pakkunum.
Batch nrummarið er L342 og EAN strikukotan er 5701073022627. Í hesum sambandi kann vandi vera fyri, at fólk, sum ikki tola mjólk, eta vøruna og sostatt verða sjúk.
Ein onnur vøra, sum ávarað verður ímóti, er GØL - Picante Salami Sticks, 80 g. Og tað er tí, at illgruni er um, at vøran er fongd við salmonella og sostatt er vandi fyri at verða smittað við salmonella sum kann elva til leyst lív, búkilsku, vaml, spýggju og fepur.
Og triðja vøran, sum ávarað verður ímóti, er Barbecue sauce Sweet smoked, av merkinum Gestus.Talan er um vøru í í PET fløskum, 250 ml, sum er gjørd 18. mars í ár, og er merkt at halda sær til 18. mars næsta ár. Talan er eisini um vøru, sum er gjørd 8 apríl í ár, og sum er merkt at halda sær til 8. apríl næsta ár.
EAN-koda: 5701410377465
Orsøkin til ávaringina er, at hóast tað ikki stendur á fløskunum, er bæði kaliumsorbat E202, og natriumbenzoat E211, í fløskunum og eisini tað kann elva til ovurviðkvæmi hjá fólki, sum ikki tola hesi bæði evnini.