Í Bretlandi hava myndugleikarnir hert tilbúgvingina, tí vandi er fyri, at írar fara at fremja yvirgang í Bretlandi. Tað sigur innanríkisráðharrin, Theresa May. Sum skilst hava myndugleikarnir rættiliga greiðar ábendingar um, at okkurt kann henda.
-Aðalstjórin í trygdartænastuni hevur kunnað meg um, at hann hevur hert tilbúgvingina, tí at vandi er fyri, at yvirgangsmenn við tilknýti til Norðurírland hava ætlanir um eina atsókn, sigur Theresa May.
Hon leggur afturat, at avgerðin at herða tilbúgvingina er tikin út frá fleiri ymsum umstøðum, eitt nú hvørjar ætlaninar kunnu vera, og hvat teir ymsu yvirgangsbólkarnir eru førir fyri at gera.










