Vandi fyri oljuvanlukku

Í Ný Sælandi stúra myndugleikarnir fyri einari umfatandi oljudálking, eftir at eitt farmaskip hevur siglt á ein boða 22 fjórðingar úr landi við býin Tauranga. Myndugleikarnir siga, at higartil eru 22 tons av olju likin úr skipinum, sum eitur Rema, og sum er skrásett í Liberia.

Bjargingarfólk eru farin undir at taka oljuna upp. Umleið 2.000 tons av olju eru eftir í tangunum, og nú verður roynt at pumpa hana úr skipinum, skrivar blaðið New Zealand Herald.

Veðurmenninir siga frá illveðri á leiðini, har farmaskipið stendur, og myndugleikarnir bera ótta fyri, at skipið kann fara í tvíningar og søkka í illveðrinum. Hendir tað, fer tað helst at elva til eina av teimum ringastu umhvørvisvanlukkunum í Ný Sælandi í mong ár.

Rema stendur á einum boða úti fyri víkini Bay of Plenty, sum er eitt sera væl umtókt frítíðarstað á eysturstrondini sunnan fyri býin Auckland. Víkin er eisini tilhaldsstað hjá hvali, delfin, kópi og pingvinum.