Vandi fyri nýggjum yvirgangi í USA

Amerikansku myndugleikarnir siga seg hava fingið hóttanir ímóti landsins trygd

 

Sambært Tom Ridge, sum hevur ábyrgdina av innanríkistrygdini í USA, benda hóttanirnar á, at onkur er í ferð við at fyrireika eina yvirgangsatsókn. Stjórnin hevur tí givið løgregluni og teimum ymsu trygdartænastunum boð um at vera til reiðar, og almenningurin hevur fingið boð um at hava eygu og oyru opin.

- Vit eru framvegis í kríggi, og vit eru framvegis í vanda, segði Tom Ridge, trygdarovasti á einum tíðindafundi í Hvítu Húsunum.

Hann legði tó afturat, at myndugleikarnir hava ikki fingið nakra beinleiðis hóttan um ávíst slag av yvirgangi, og at tað tí ikki ber til at siga nakað neyvt um, hvør ella hvat er í vanda.

- Tær upplýsingar, sum vit hava, geva ikki ábendingar um nakað ávíst álopsmál, og vit vita heldur ikki, um ætlanin er at leypa á her í sjálvum USA, ella talan er um amerikanskt mál aðrastaðni í heiminum, segði Tom Ridge.

Hetta er aðru ferð síðani tann 11. september, at amerikansku myndugleikarnir ávara um, at vandi er fyri fleiri yvirgangsatsóknum.