Vandi fyri miðsavnan

Løgmaður er ikki fullvísur í, at vit fáa fleiri landspolitikarar, verða Føroyar gjørdar til eitt valdømi

John Johannessen


Løgmaður heldur tað vera avgerandi, at politikarar virka fyri alt landið. Men hann er ikki sannførdur um, at loysnin at røkka hesum máli er tann, sum Jákup Sverri Kass, tingmaður Sjálvstýrisfloksins, vísir á í viðmerkingum til fyrispurning um valskipanina, hann hevur orðað løgmanni.

Jákup Sverri Kass, tingmaður, heldur, at føroyska valskipanin sum skjótast eigur at verða broytt. Hann vísir í fyrispurningi til løgmans á, at verða Føroyar eitt valdømi, so noyðast politikarar at hugsa landspolitiskt. Harafturat heldur hann, at hetta fer at noyða allar politikarar at seta seg í samband við alt Føroya fólk, og ikki bert tey, sum búgva í júst teirra valdømi.

Við hesum grundgevingum spyr hann løgmann, um landsstýrið í løtuni arbeiðir við nøkrum ætlanum um at broyta føroysku valskipanina soleiðis, at øll valdømini verða løgd saman til eitt.

Men løgmaður ivast í, um hetta er fragasta loysnin. Hann vísir á, at tað ikki er vist, at vit røkka málinum um at fáa meira gjøgnumførdan landspolitikk, um vit broyta valskipanina og fáa miðsavnað politikararnar á tingi til at vera frá miðstaðarøkinum.

Løgmaður ivast nevniliga í, um tað er heilt rætt av Jákup Sverra Kass at samanbera løgtingsval við fólkatingsval, har Føroyar eru eitt valdømi og nógvir av atkvøðuslúkarunum nevniliga eru av bygd.

Tó fer løgmaður sjálvsagt at viðgera fyrispurningin og svara honum í tinginum. Men tað verður eftir sjónarmiðum samgonunnar og ikki persónligum, staðfestir hann.