Vandi fyri illteinkingum

Um lógin verður sett í gildi fyri Føroyar uttan broytingar, so fær kanningarnevndin heimild at gera kanningar í Føroyum, men bert av virksemi, ið hevur beinleiðis tilknýti til flokkar, feløg, fakligar ósemjur og fylkingar í Danmark. Hetta verður mett at vera óheppið, og tí hevur Høgni Hoydal lagt nýtt uppskot fram um PET

Uppskotið, sum Høgni Hoydal nú hevur lagt fram er í suttum, at danska lógin skal eisini umfata Føroyar í tíðarskeiðnum 1945-1989.

Í viðmerkingunum til uppskotið, sigur Høgni Hoydal, at ríkismyndugleikarnir hava í skrivi dagfest 30. juni 1999 spurt landsstýrið, um fólkatingslógin frá 2. juni 1999 um kanning av virkseminum hjá Politiets Efterretningstjeneste (PET) skal setast í gildi fyri Føroyar.

Tann 12. februar 1999 legði Helena Dam á Neystabø vegna Høgna Hoydal fram uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar upprunaliga uppskotið til ?lov om undersøgelse af Politiets Efterretningstjeneste?. Í uppskotinum til ríkislógartilmæli varð mælt til, at lógin við ávísari broyting bleiv sett í gildi fyri Føroyar, soleiðis at kanningin eisini fevndi um politiskar bólkar, feløg og fakligar ósemjur v.m., ið høvdu tilknýti til Føroyar.


Fall

Men tá uppskotið var til 3. viðgerð, varð tað tó ikki samtykt, áðrenn tingsetan endaði, og datt tað sostatt burtur sambært stýrisskipanarlógini. Nýggja fólkatingslógin er broytt í mun til upprunaliga uppskotið. Og her stendur at lógin skal ikki galda fyri Føroyar (ella Grønland), men hon kann við kongligari fyriskipan verða sett í gildi fyri Føroyar við teimum broytingum, ið serligu føroysku viðurskiftini krevja.

Sum lógin er orðað, fevnir arbeiðssetningurin hjá settu kanningarnevndini sostatt ikki um kanning av virkseminum hjá PET mótvegis t.d. politiskum flokkum, feløgum, fakligum ósemjum og fylkingum í Føroyum, men einans í Danmark og fyri tíðarskeiðið 1945-1989.

Og til hetta sigur Høgni Hoydal, at um lógin verður sett í gildi fyri Føroyar uttan broytingar, so fær kanningarnevndin heimild at gera kanningar í Føroyum, men bert av virksemi, ið hevur beinleiðis tilknýti til flokkar, feløg, fakligar ósemjur og fylkingar í Danmark.


Óheppið

Og landsstýrismaðurin metir hetta sera óheppið, tí ein kanning av, um reglurnar eru hildnar, eigur tí ikki at avmarkast til bara ein part av ríkinum og virkseminum hjá PET. Rættartrygdin má sjálvsagt eisini galda fyri føroyingar; og um PET hevur havt nakað virksemi í Føroyum, so er hugsandi, at føroyskir flokkar, felagsskapir, fakligar ósemjur og fylkingar hava verið viðgørd sum sjálvstøðug mál og ikki sum partur av virksemi í Danmark. Tað má metast at hava stóran týdning fyri føroyska almenningin at fáa lýst møguligt virksemi hjá PET í Føroyum. Bæði fyri upplýsing og rættarkenslu. Annars er vandi fyri leysasøgum og illteinkingum.

? Til tess at tryggja, at hesi atlit verða fylgd, verður mælt til, at løgtingið samtykkir uppskotið til ríkislógartilmæli, sigur Høgni Hoydal m.a. í viðmerkingunum til uppskotið.