Altjóða hjálparfelagsskapir bera ótta fyri hungursneyð har eysturi ín Afrika orsakað av áhaldandi turki.
Í Somalia eru felagsskapirnir longu farnir undir at geva umleið 500.000 fólkum mat, men ST sigur, at teir næstu mánaðarnar fara umleið 11 milliónir fólk í Kenya, Etiopia, Somalia, Eritrea, Tanzania og Burundi at hava hjálp fyri neyðini. Kemur einki regn teir báðar næstu mánaðarnar, verður grøðin tann minsta í mong ár, og í summum økjum bera tey ótta fyri, at árið verður tað ringasta í næstan 50 ár, skrivar AP. Teyði Krossur sigur, at turkurin hevur longu havt stórar avleiðingar, og felagsskapurin væntar, at í støðum fara umleið 80 prosent av húsdjórunum at doyggja.
Pascal Hunt, sum er leiðari hjá Reyða Krossi í Soimalia, vil hava altjóða samfelagið at veita hjálp beinanvegin. Hann sigur, at nógvastaðni eru fólk rýmd úr bygdunum, tí einki vatn er at finna, og at deyð húsdjór liggja og sløðast nógvastaðni.