Nú er einki vatn eftir í brunninum við tí brúkta brennievninum í fjórða reaktori á Fukushima-verkinum í Japan, og tí er vandi er fyri ógvusligari geisling.
Tað sigur amerikanski kjarnorkustovnurin NRC.
-Eftir okkara tykki er geislingin so stór, at tað kann vera hættisligt hjá starvsfólkinum at koma reaktorinum ov nær. Tann geislingin, sum nú er, er heilt einfalt so stór, at hon kann vera lívshættislig, sigur Gregory Jaczko, sum er stjóri í NRC.
Myndugleikarnir í Japan hava flutt øll, sum búgva minni enn 20 kilometrar frá Fukushima, burtur, men Gregory Jaczko sigur, at var óhappið hent í USA, hevði trygdarøkið verið nógv størri.
Amerikanska sendistovan í Tokyo hevur biðið allar amerikanskar ríkisborgarar halda seg minst 80 kilometrar frá Fukushima-verkinum.