Ferðasambandið í Kalsoynni er ikki komið í rættlag aftur enn, aftaná áarførið herfyri.
Tað nógva regnið fekk fleiri skriður at loypa og m.a. vóru fleiri metrar av vegnum í Kalsoynni skolaðir í havið.
Hetta hevur darvað ferðasambandinum í Kalsoynni almikið og eitt nú fæst ikki mjólk úr summum bygdum í oynni.
Fleiri hava funnist at Strandferðsluni tí tey halda, at hon hevur ikki gjørt nóg mikið fyri at fáa ferðasambandið í rættlag aftur.
Men hesum vísir Strandferðslan aftur
Hon sigur, at sum støðan er, eru tað óráð at royna at flyta fólk um skriðulopið, hvørki beint ígjøgnum tað, ella undir sjálvari skriðuni
Strandferðslan sigur, at hon hevur kannað málið saman við serfrøðingum hjá Landsverkfrøðinginum og niðurstøðan er, at tað er ikki ráðiligt at flyta fólk um skriðuna, hvørki ein ella annan veg.
Ein orsøk til tað er, at vandi er fyri fleiri skriðulopum har á leiðini, tað er ein spurningur um, hvussu vátt tað verður.
Ein onnur orsøk er, at tað liggur ein tíggjutúsund volt kaðal berur gjøgnum skriðulopið.
Sum støðan er, fer Strandferðslan tí ikki at flyta fólk um skriðlopið.
Í staðin kannar stovnurin møguleikarnar fyri at at lata Barsskor sigla til Mikladals.
Men tað er aftur ein spurningur um, hvussu atløguviðurskiftini í Mikladali eru, og, hvussu tað er hjá teimum ferðandi at koma til og frá lendingini.
Í løtuni er samstundis skipað fyri eyka tyrlusambandi til Kalsoynna, sigur Strandferðslan.