Eitt gosfjall nærhendis høvuðsstaðnum í Ekvador er farið at gera vart við seg Gosfjallið, sum eitur El Revantador, sendir øsku og gløðandi grót upp í loft og oman líðirnar, og jarðfrøðingarnir siga, at teir hava skrásett meiri enn 6.000 skjálvtar nærhendis fjallinum.
El Revantador er bara 95 kilometrar frá høvuðsstaðnum í Ekvador, Quito, og myndugleikar og jarðfrøðingar halda eitt vakið eyga við fjallinum, skrivar Reuters.
El Revantador hevur goyst 25 ferðir síðani 1541. Tað seinasta gosið var í 1976, og ta ferðina regnaði øskan oman yvir høvuðsstaðin.