Síðani forsetavalið í Madagaskar í desember hevur stríð verið um, hvør veruliga vann valið. Tey bæði valevnini, Marc Ravalomanana og Didier Ratsiraka, hava báðir sagt, at teir vunnu valið, og síðani hevur javnan verið ófriður millum viðhaldsmenn teirra.
Tað hevur serliga verið ófriðarligt í og uttan um høvuðsstaðin Antananarivo, og keldur siga, at meiri enn 30 brýr við høvuðsstaðin eru sprongdar í luftina. Samstundis er allur flutningur til og úr havnini steðgaður, og tí er býurin í veruleikanum avbyrgdur. Í høvuðsstaðnum búgva meiri enn ein millión fólk.
Ein danskur lækni, sum arbeiðir í Madagaskar, segði í gjár, at tíðindi eru farin at ganga um, at skip eru á veg til oynna við vápnum. Sum er er tað bara herurin, sum hevur vápn, men tíðindini kundu bent á, at stríðshugaðir bólkar eru í ferð við at útvega sær vápn.
Madagaskar er fyrrverandi franskt hjáland, og politiskir eygleiðarar siga, at Frakland er tað einasta landið, sum kann fáa teir báðar partarnar á oynni at binda frið. Frakland hevur framvegis stóra ávirkan á viðurskiftiuni í Madagaskar, men higartil hevur stjórnin í París verið varin við at leggja seg út í stríðið um forsetaembætið.
ES og serliga Týskland hava roynt at fáa partarnar til samráðingarborðið, men keldur í Madagaskar siga, at tað fer neyvan at henda nakað, fyrr enn franska stjórnin kemur uppí.










