Í Ísrael er Ariel Sharon, forsætisráðharri, í øðini inn á víðgongdar høgrasinnaðar kreftir, tí tær hava boðað frá, at tær fara at seta seg upp ímóti, at niðursetubygdirnar í Gaza-geianum verða avtoftaðar.
Sunnudagin gingu fleiri túsund fólk mótmælisgongu í Jerusalem, har tey mótmæltu ætlanini hjá Sharon at avtofta niðursetubygdirnar. Samstundis hava politikarar á høgravonginum sagt, at hermenninir avgera sjálvir, um teir vilja taka lut í arbeiðinum at flyta niðursetufólkini burtur. Tað hevur fingið øði í Sharon, sum vil vera við, at høgrapolitikararnir eggja hermonnum til at seta seg upp ímóti leiðsluni. Við blaðið Haaretz sigur Sharon, at hetta er einki minni enn at mæla til borgarakríggj í Ísrael. Hann hevur samstundis biðið verjumálaráðharran, Shaul Mofaz, syrgja fyri, at herurin ger eftir boðunum frá stjórnini.
Ein av teimum høgrasinnaðu flokkunum í stjórnarsamgonguni hjá Sharon kunngjørdi sunnudagin, at hann umhugsar at taka stuðulin til stjórnina aftur. Flokkurin er harðliga ímóti avgerðini hjá Sharon at flyta niðursetufólkini úr Gaza-geiranum.