Arbeitt verður í Umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu at gera eina reglugerð um fyribyrging og avmarkingar á røktarheimunum í sambandi við coronavirus fyri at verja tey eldru.
– Vit bíða í spenningi eftir at vita, hvat kommunan ger og sigur um, hvussu vit skulu fyrihalda okkum á røktarheimunum fram eftir, sigur Elisabeth Hjaltalin, leiðari á Ellisheiminum í Havn.
– Vónandi verður reglugerðin so mikið hørð, at vit kunnu verja tey, sum eru inn her, sigur hon.
Men vandin er, tá vitjandi koma inn fyri at heilsa uppá sína familju á Ellisheiminum. Tey kunnu jú í prinsippinum væl taka smittuna inn við sær. Hesum stúra tey fyri á Ellisheiminum, og tí stendur skrivað á hurðini, at avvarðandi skulu ansa sær og ikki vitja óneyðugt á Ellisheiminum.
– Vit vóna, at vit fáa møguleika at verja búfólkini so væl, sum gjørligt. Tað kann gerast soleiðis, at tað verður avmarkað, hvussu nógv vitjandi sleppa inn í húsið, sigur Elisabeth Hjaltalin.
– Um vitjandi kunnu ganga inn og út av Ellisheiminum, sum tey vilja uttan nakra reglugerð, so gevur tað onga meining, at starvsfólkini her skulu hava eina reglugerð, sigur hon og samanberur avbjóðingina við, at ferðafólk kunnu ferðast til Føroya og bera smittuna við sær.
Gerandisdagin á Ellisheiminum hesar dagar lýsir leiðarin soleiðis:
– Tað merkir gerandisdagin eitt sindur. Men ikki so nógv allíkavæl. Vit hava lurtað eftir tíðindunum í allan dag, og vit fylgja væl við. Vit ansa væl eftir hvørjum øðrum, og tey, sum koma á vitjan, ansa eisini væl eftir, sigur Elisabeth Hjaltalin.