Vandi fyri at tænastan til sálarliga sjúk verður skerd

Játtanin hevur staðið í stað í seks ár

Játtanin til Fountainhúsið eigur at verða prístalsviðgjørd, soleiðis at hon hækkar á hvørjum ári í samsvari við príshækkingar og lønarhækkingarnar annars. Tað halda tey, sum vara av Fountainhúsinum í Havn. Tey vísa á, at Fountainhúsið hevur nú virkað í seks ár, men játtanin til endamálið hevur verið tann sama, ella tvær milliónir um árið.

Men síðani eru lønirnar hækkaðar og prísirnir eru hækkaðar, so í roynd og veru minkar játtanin í virði, siga tey.

Tey vísa á, at hesi árini, Fountainhúsið hevur verið til, hevur tað ment eitt sera gott tilboð til fólk við sálarligum ella sosialum trupulleikum.

– Nógv fólk hava fingið stóra gleði av tilboðnum, tí tey mennast bæði sálarliga, likamliga og sosialt, táið tey eru til arbeiðis í Fountainhúsinum, siga tey. Tey vísa á, at hesi seks árini hava tey fingið sera nógv fólk út aftur í lívið, bæði út á arbeiðsmarknaðin, ella víðari í skúla.

Tey vísa eisini á, at heldur stuðulsjáttanin fram óbroytt, fer tað uttan iva at ávirka góðu gongdina, tí avleiðingin fer at vera, at tilboðið verður avmarkað og ikki so fjølbroytt, sum tað hevur verið.
Ein avleiðing verður, at orka verður ikki til at veita tí einstaka tann stuðul, sum er neyðugur í fyrstuni, tá ið summi eru rættiliga illa fyri.

Tað fer heldur ikki at bera til, í nóg stóran mun, at taka saman um, og tillaga gongdina, hjá tí einstaka, hóast tað er alneyðugt fyr at mennast aftur til at virka í samfelagnum.

Sostatt er niðurstøðan, at tilgongdin hjá tí einstaka fer at miseydnast og at fólk ikki fara at koma út aftur í samfelagið í líka stóran mun.

– Skulu vit framhaldandi hava eitt tilboð við framdrift og vøkstri, er tað neyðugt at peningur eisini verður til sjálvt virksemi í húsinum. Tey meta at skal dagliga virksemi í Fountainhúsinum haldast við líka, verður tað brúk fyri 400.000 krónum, umframt útreiðslurnar til lønir og fastar útreiðslur.