Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sigur við KVF í kvøld, at hann stúrir fyri, at suðuroyingar nú kunnu leita aðrastaðni at finna arbeiði. Tað sigur hann í kjalarvørrinum av at Varðin Pelagic brendi í gjár.
Hann sigur við útvarpið hjá KVF, at um suðuroyingar nú fara av oynni at leita sær arbeiði, so er vandi fyri, at nógv av teimum ikki koma aftur.
- Tí má Føroya fólk síggja hetta málið sum eina heilg og allir myndugleikar mugu arbeiða saman at finna eina loysn, sigur Kristin Michelsen.
Hann sigur, at kommunan, ALS og Varðin Pelagic fara at koma saman í næstu viku at finna eina loysn til teirra, ið fyribils standa uttan arbeiði.