Vandi fyri at SEV má hækka prísin á streymi

- Verður hetta gongdin í oljuprísinum, noyðast vit at hækka prísin á streymi næsta ár, sigur stjórin í SEV

Olja og príshækkingar
 

- Tað er heilt stórur vandi fyri, at SEV noyðist at hækka prísin á streymi næsta ár.
Tað staðfestir klæmint Weihe, stjóri í elfelagnum.
Tað er gongdin í oljuprísinum, sum ger, at tað er so stórur vandi fyri, at streymprísurin hækkar.
Oljan er dýrkað ómetaliga nógv og kreppan í miðeystri hevur fingið serfrøðingar at spáa at hon fer at dýrka enn meiri í næstum.
Fyri fimm árum síðani kostaði oljan 25 dollarar fyri tunnuna. Nú er hann meiri enn trýfaldaður við tað, at oljan í løtuni kostar slakar 80 dollarar fyri tunnuna.
Og tey, sum hava skil fyri slíkum meta, at vandi er fyri, at oljan fer upp um 100 dollarar fyri tunnuna í næstum, linkar kreppan í miðeystri ikki.
 
Hoykna undir trýstinum
Tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn SEV hoyknar undir trýstinum frá tí høga oljuprísinum og noyðist at hækka prísin.
Klæmint Weihe sigur, at tað er ikki sannlíkt at prísurin hækkar í ár.
- Sjálvt um oljuprísurin er so høgur sum hann er, skulu vit ikki vænta, at vit hækka prísin í ár, sigur stjórin í SEV.
SEV ásetir prísin á streymi einaferð um árið og  sum støðan er nú, eru ongar ætlanir at víkja frá í ár.
Stjórin sigur, at tá ið SEV legði fíggjarætlanina fyri í ár, varð roknað við einum halli, tí oljan er so dýr.
Roknað var við einum halli upp á átta milliónir í ár, men sum oljurprísirnir eru nú, verður hallið størri.
Síðani vit ásettu prísin útfrá teimum metingum, sum vóru tá, er oljan dýrkað nokk so fitt afturat, men kortini ætlar SEV ikki at hækka prísin mitt í árinum.
- Men sum støðan er nú og sum framtíðarútlitini eru nú, er onki at ivast í, at vit noyðast at hækka prísin næsta ár, leggur hann afturat.
Kortini sigur hann, at tað er heilt ómøguligt at siga, hvussu stór ein møgulig hækking verður.
- Vit leggja fíggjarætlanina eftir teimum metingum sum eru fyri gongdini í útreiðslunum. Oljan er ein sera stór útreiðsla og tað kann vera sera torført at meta um prísgongdina.
- Í veruleikanum vita vit ikki, hvussu rættar metingarnar hava verið, fyrrenn árið er farið.
Tí veit SEV stjórin heldur ikki, hvussu tað verður framyvir og um SEV fer at halda fast við, at prísurin skal ásetast einaferð um árið, ella um tað verður neyðugt eisini at dagføra prísin mitt í árinum.
- Kortini er heilt greitt, at oljan er so stórur partur av útreiðslunum hjá SEV, at tað hevur rættiliga stóra ávirkan á fíggjarætlanina og tí sleppa vit ikki undan at hækka prísin, heldur hendan gongdin fram.
Hinvegin vísir Klæmint Weihe eisini á, at prísurin á streymi er ikki hækkaður í sjey ár.
Vanlig húsarhald betala 1,11 fyri hvørt kilowatt, umframt mvg og virki betala 64 oyru.