Vandi fyri at rinda skatt – tvær ferðir

Tann 1. juli verða allar føroyskar eftirlønar skattaðar við inngjald – eisini hjá borgarum, ið sjálvboðið rinda til útlendskar eftirlønarveitarar.

- Tí er tað avgerðandi, at fólk, ið sjálvir rinda til eftirløn, tað er egið inngjald, kanna, um teirra útlendski eftirlønarveitari góðtekur, at eftirlønin verður skattað við inngjald, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks.

- Ger eftirlønarveitarin ikki tað, verður eftirlønin skattað tvær reisur – bæði við inngjald og við útgjald.

Lógin um at skatta eftirløn við inngjald kom í gildi tann 1. januar, men tá varð avrátt, at fyri útlendskar uppsparingar skuldi lógin fyrst fáa gildi tann 1. juli.