Tí eru skip ávarað um, at vandi er fyri, at restir av missili kunnu detta niður nærindis siglingarrennuni í Stórabelti.
Ávaringin er galdandi fyri eitt øki kring Korsør og Sprogø.
Av sjókortinum sæst, at skip verða biðin um at kasta akker um neyðugt.
Sjóferðslustýri sigur ikki meira um málið, men vísir til Maritime Assistance Service (MAS), sum hoyrir undir donsku Verjuna, skrivar Ritzau.
Dagføring:
Harpoon-missilið er ikki armerað og spreingist ikki, um tað rakar havið, upplýsir danska verjan
Undir eini kravdari roynd er ein lyftiraktett á einum Harpoon-missili umborð á fregattini »Niels Juel« aktiverað, og tað kann ikki sløkkjast, upplýsir danska verjan í dag í tíðindaskrivi.
Í missilinum eru 150 kilo av spreingievni. Tað er ikki armerað og spreingist ikki, um tað dettur í havið, verður sagt í tíðindaskrivinum.
– Harpoon-missilið er eitt skarpt missil, men tað er bara lyftirakettin, sum er aktiverað í sambandi við royndini. Vandi er tí ikki fyri, at missilið kann spreingjast ella røkka longur, enn lyftirakettin kann lyfta, skrivar Verjan.
Fregattin liggur í havnini í Korsør, og serfrøðingar eru boðsendir at »loysa trupulleikan«, sum tað stendur í tíðindaskrivinum.
Verjan hevur ásett eitt vandaøki á upp til fimm til sjey kilometrar frá Flådestation Korsør suðureftir og út yvir havið. Tað er ikki kósin ímóti Stórabeltsbrúnni.
/ritzau/