Vandi fyri at nýggi Smyril fær somu lagnu sum Brimil ogTeistin

Hóast nýggi Smyril kemur um tríggjar mánaðir, er semja enn ikki fingin um lønina hjá maskinmeistararnar, sum skulu sigla við

Suðuroyarsiglingin

Nú nærkast tíðin av álvara til nýggi Smyril verður liðugur og skal setast í sigling.
Men enn er vandi fyri, at hann fær somu lagnu sum Brimil og Teistin og verður lagdur longu áðrenn hann kemur í sigling.
Orsøkin er tann, at semja enn ikki er fingin um lønina hjá maskinmeistarunum, sum skulu sigla við nýggja Smyrli.
Og fyrrenn semja er fingin ílag, kunnu maskinmeistararnir ikki fara umborð.
Júst hetta hava føroyingar ræðandi dømi um seinastu árini. Brimil lá eitt hálvt ár og gnaddaði gummi eftir at hann var liðugur tí semja fekst ikki um lønina hjá yvirmonnunum og nýggja sandoyarferjan, Teistin, lá eisini í langa tíð av somu orsøk.
Av tí at nýggi Smyril er so stórur og framkomin, skulu serligar avtalur gerast fyri hann.
Viðvíkjandi nýggja Smyrli er semja gjørd við Skipara- og navigatørfelagið gjørdir, so tað er bara Maskinmeistarafelagið eftir.
Men formaðurin í Maskinmeistarafelagnum kann ikki annað enn staðfesta, at ongin semja er fingin við fíggjarmálaráðið um um lønina hjá maskinmeistarunm, sum skulu sigla við nýggja Smyrli.

Ongin fundur avtalaður
Jógvan Nybo sigur somuleiðis, at enn er ongin samráðingarfundur avtalaður ímillum partarnar.
Sjálvur er formaðurin í Maskinmeistarafelagnum staddur í Spania í hesum døgum, tí hann er ein av teimum, sum skulu umborð á nýggja Smyril.
Eg komi ikki heimaftur fyrrenn í august, so eg vænti ikki, at samráðingar verða fyrrenn tá, sigur Jógvan Nybo.
Tíðarætlanin sigur, at nýggi Smyril skal verða liðugur 15. oktober, men skipasmiðjan miðjar framvegis eftir at hann skal vera liðugur 1. oktober.
Sostatt er tíðin farin at styttast av álvara.
Í oktober ganga eisini nógvir aðrir sáttmálar á almenna arbeiðsmarknaðinum, út og tá verða samráðingar ímillum fíggjarmálaráðið og øll feløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum, eisini Maskinmeistarafelagið.
Spurningurin er so um sáttmálin um nýggja Smyril endar mitt í teirri orrustuni, ella um roynt verður at gera eina avtalu áðrenn.
Men í øllum førum kann staðfestast, at higartil hava samráðingarnar um lønina hjá maskinmeistarunum við nýggja Smyrli, tikið eini hálvtannað ár, uttan at semja er funnin. Annars er nýggi Smyril umfataður av vanliga sáttmálanum ímillum Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið, sum gongur út 1. oktober og allir sáttmálarnir eru sagdir upp.
Og sum útlitini eru nú, har landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur boðað frá, at lønirnar skulu helst ikki hækka, eru útlit til, at samráðingarnar í heyst verða truplar.

Gongd í málinum
Durita Tausen, sum stendur fyri samráðingunum í fíggjarmálaráðnum , sigur, at gongd er í málinum og at samband er ímillum partarnar.
Men nær næsti samráðingarfundur verður, veit hon ikki enn.