Føroyskt vinnulív er nú í stórum vanda fyri at missa milliónir.
Tað kann gerast avleiðingin, eftir at Heilsufrøðiliga Starvsstovan brádliga og uttan ávaring hevur broytt eina mannagongd, sum hevur verið galdandi í fleiri ár.
Í 2001 gjørdu Føroyar og ES avtalu um marknaðeftirlit fyri at gera tað lættari hjá føroyskum fyritøkum at útflyta til ES.
Men í hesum sambandi hava skip frá triðja londum havt eina serliga støðu.
Kortini hevur tað altíð borið til at avgreidd vørur frá skipum, sum ikki eru góðkend í ES.
Hetta er ein skipan, sum fleiri fyritøkur hava notið gott av, tí tað eru ikki fá skip, sum ikki eru góðkend frá ES, sum gjøgnum árini hava lagt fiskavørur av ymsum slagi upp í Føroyum, her tær eru goymdar, til tær eru fluttar víðari, har tær skulu.
Broyta mannagongd
Hetta er eitt virksemið, sum hevur kastað nógv av sær hesi seinastu árini.
Men tann 14. september í ár boðar Heilsufrøðiliga Starvsstovan frá, at hon ikki longur kann avgreiða skip, sum ikki eru góðkend í ES og at alt slíkt virksemið tískil má halda uppat.
Hetta gjørdi Heilsufrøðiliga Starvsstovan uttan nakra ávaring ella fráboðan frammanundan.
Hetta er komið ógvuliga illa við hjá teimum, sum fáast við slíkt virksemi.
Ein fyritøka, sum er hart rakt av hesum, er Faroe Ship.
Johanna á Bergi, stjóri, harmast um støðuna, sum er íkomin, tí nú er vandi fyri, at alt hetta virksemið dettur niðurfyri, bæði hjá Faroe Ship og øllum hinum, sum fáast við hesa vinnuna.
Hon staðfestir, at yvirhøvur er samstarvið við Heilsuføðiligu Starvsstovuna sera gott, men í hesum føri er hon ikki nøgd við mannagongdina.
Hon sigur, at tey hava klagað til Vinnumálaráðið, men har var onki at gera og tískil stendur avgerðin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni við.
- Av tí sama hevur heldur ikki verið borið til at fingið undantaksloyvi til at avgreiða nøkur av skipunum, sum ikki eru góðkend í ES.
Missa marknaðin
Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur boðað vinnuni frá, at orsøkin til at nokta at avgreiða skipini, sum ikki eru góðkent í ES, er, at vit í Føroyum ikki hava eina skipan, ið er nevnd Traces, og sum er ein elektronisk skipan, ið ES brúkar til at hava samskiftið ímillum tær ymsu marknaðstøðirnar.
Tá ið ES var á eftirlitsvitjan í Føroyum seinasta summar, gjørdu ES umboðini serliga vart við hetta, men enn eru viðurskiftini ikki komin í rættlag, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
Starvsstovan leggur samstundis dent á, at tað er ikki har, trupulleikin er, tí hann liggur í tí, at Traces-skipanin ikki er sett í gildi í Føroyum enn.
Johanna á Bergi sigur, at tey hava brúkt fleiri ár upp á at byggja akkurát hendan marknaðin upp og tilsamans er hetta eitt virksemið, sum kastar fitt av sær.
Hvussu stór virði standa upp á spæl, at vil hon ikki siga nakað um.
- Fyri okkum er tað ørkymlandi og prinsipielt, at vit hava kunna havt eitt virksemi í fleiri ár, men at tað nú brádliga frá degi til dags, ikki longur skal kunna lata seg gera, sigur Johanna á Bergi.
Hon sigur, at sostatt er vandi fyri, at tey missa skipini og sostatt eisini hendan marknaðin, tey hava bygt upp hesi seinastu árini.
- Eru skipini fyrst farin í aðra havn, tí tey ikki sleppa at leggja upp í Føroyum, er verri at fáa tey aftur, leggur hon afturat.
Lekur millum teori og praksis
Hon vísir, at vit javnan og savnan hoyra um, at politiski myndugleikin skal skapa góðar karmar fyri vinnulívinum
Í tí treysti, leggja tey nógv arbeiði í at skapa nýggjar møguleikar, tey ferðast uttanlands á messur og ráðstevnum, fáa útlendingar henda vegin og gera samstarvsavtalur.
Men tað er eitt sindur hugstoytt, tá ið karmarnir so brádliga ikki eru til kortini og at tey, sum skulu skapa karmarnar, ikki gera tað kortini.
Hon er eisini av teirri áskoðan, at tað, sum fer fram, er heldur ikki í samsvari við almenna vinnupolitikkin, har tað ofta hevur verið nevnt, at Føroyar skulu verða ein tænastumiðdepil og tilfeingisdepil í Norðuratlantshavi.
-Tað hevur altíð verið eitt av aðalmálinum í vinnupolitikkinum at lata Føroyar upp fyri útheiminum og at skapa vælvirkandi marknaðir.
Men at kappa á stokkinum, frá degi til dags, uttan at hoyra vinnulívið frammanundan og uttan at boða frá kann valla kallast at vera í samsvari við tann partin av vinnulívspolitikkinum.
Hinvegin harmast stjórin í Faroe Ship um, at faxið frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni varð enda í skeivari pappírsrúgvu á Faroe Ship og tí hava tey verið nakað sein at gera vart við seg.
- Men hevði Heilsufrøðiliga Starvsstovan sent málið til hoyringar hjá vinnuni frammanundan, hevði tað ikki bilað, leggur hon afturat.