Føroyska samfelagið hevur fótað sær væl eftir koronukreppuna í fjør, og búskaparligu avleiðingarnar eru ikki so ringar, sum tær eru í øðrum londum.
Tað sigur Búskaparráðið í várfrágreiðingini í dag.
Koronufarsóttin gav føroyska búskapinum ein álvarsligan smeit fyri einum ári síðani, men fyri størsta partin av búskapinum hevur gingið skjótt og væl at fóta sær aftur. Tað sæst aftur í arbeiðsloysistølunum, í lønargjaldingunum og talinum á løntakarum.
– Minkingin í BTÚ í 2020 er sostatt stór, men tillagingin er skjót, sigur Búskaparráðið.
Tað eru tó einstakar vinnur, sum eru hart raktar av koronu farsóttini, og tað kann fáa avleiðingar fyri ávísar fyritøkur.
– Tær harðast raktu vinnurnar her heima, eru tær, ið veita vørur og tænastur til ferðafólk. Í ferðavinnuni er vandi fyri at fyritøkur fara á húsagang, um enn ein háárstíð fer framvið, uttan at latið er upp fyri útlendskum ferðafólki, skrivar Búskaparráðið.
Búskaparráðið mælir tí landsstýrinum til at fyrireika eina víðkan av hjálparpakka 3 til ferðavinnuna, um ikki verður latið upp fyri ferðafólki í summar.
Búskaparráðið helur, at tað eisini fer tað at ganga útyvir summar av útflutningsvinnunum, eitt nú feskfiskaflotan, um støðan úti í heimi ikki batnar í ár.