Vandi fyri at 41 p-pláss hvørva

Vandi er fyri, at tey 41 p-plássini á Frúutrøð hvørva, nú Tórshavnar kommuna fer at bjóða økið út til íbúðarbygging.

 

Tað verður ein treyt til útbyggjaran, at hann veitir íbúðunum á økinum nøktandi parkeringspláss, men kommunan ásannar í málsviðgerðini, at neyvan verður pláss fyri teimum 41 almennu parkeringsplássunum eisini.

- Tískil verður tað ein uppgáva hjá kommununi at varðveita og skipa verandi almennu parkeringsplássini á aðrari staðseting, stendur í málsviðgerðini.

 

Tekniska nevnd skrivar eisini í sínum tilmæli, at málið eigur at samtykkjast við tí treyt, at kommunan útvegar sama tal av parkeringsbásum aðrastaðni í nærumhvørvinum.

 

Undan býráðsvalinum var nógv gjørt burtur úr vánaligu parkeringsumstøðunum í Havn og nógv varð prátað um, hvussu tær kundu betrast. Men staðfestast má, at lítið og einki eru gjørt síðani tá, hóast nógv prát um parkeringshús og -øki. So verður spennandi at síggja, hvør lagnan verður hjá hesum 41 parkeringsplássunum.