Vandi á ferð í USA

Amerikanska fíggingarfelagið Fannie Mae ávarar nú um, at vandi er fyri einum veruligum skrædli á amerikanska húsa- og íbúðarmarknaðinum.

Í einari nýggjari frágreiðing, sum blaðið Wall Street Journal hevur lisið, sigur felagið, at vandin fyri einum veruligumm skrædli er vaksin nógv í pørtum av USA í seinastuni. Har eru prísirnir á húsum og íbúðum hækkaðir so nógv, at sjálvt tjóðbankastjórin, Alan Greenspan, hevur rópt varskó.

Fannie Mae skrivar í nýggju frágreiðingini, at bankar og aðrir fíggingarstovnar eru vorðnir alt ov lagaligir, tá tað snýr seg um húsa- og íbúðarfígging, og at hetta kann enda við einum skrædli. Nær tað hendir, dugir felagið ikki at siga, men vandin er í hvussu er stórur og harafturat veksandi, skrivar Fannie Mae.