Laksur og ILA
Landsdjóralæknin, Bjørn Harlou, heldur, at stórur vandi er fyri, at ILA-smittaði laksurin, sum er sloppin úr aliringinum í Oyndarfirði, fer at smitta laks í øðrum alibrúkum í landinum.
Tað er ógvuliga óheppið, at slíkt hendir, men spurningurin er, hvussu byrgjast kann uppfyri tílíkum óhappum.
Fleyt omaná
- Vit vita ikki enn, hvussu nógvur laksur er sloppin út, tí enn er laksurin, sum svimur eftir í nótini, ikki tikin, sigur Bjørn.
Hann vísir á, at var talan um nakrar fáar laksar, hevði vandin fyri smittu ikki verið so stórur, men í hesum førinum er líkt til, at tað er eitt stórt tal, sum er sloppið úr nótini.
Bjørn sigur, at teir, sum eiga alibrúkið á Oyndarfirði, løgdu til merkis, at fóðurið, sum fer í ringarnar, ikki bleiv uppetið.
- Stórur partur av fóðurinum fleyt omaná sjónum, og tí varnaðust menn, at okkurt var áfatt. Tá ið nótin varð kannað, sást, at hol var komið á, sigur hann.
Tað var í mars í ár, at ILA-smitta varð staðfest á Oyndarfirði, men á Vestlaksi siga tey, at sjónlig tekin eru ikki um sjúku í umtalaðu nótini, sum hol kom á.
- Tá ið smittan er staðfest í alibrúkinum, kunnu vit rokna við, at laksurin í nótini antin var smittaður ? ella, at smittan var ávegis, sigur Bjørn.
Villur laksur
Vit spurdu eisini Bjørn Harlou, um ILA-smitta stavar frá aling ? ella, um hetta er ein sjúka, sum laksur altíð hevur borið.
Hann sigur, at ILA-sjúka finst eisini í villum laksi, og eingin ivi er um, at smittan er eldri enn øll aling.
- Fiskurin í einum aliringi gongur tættur, og tí gerst sjúkan meira umfatandi, enn tá ið hon rakar villan laks. Villur laksur, sum gerst sjúkur, kann saktans doyggja, áðrenn hann smittar annan villan laks. Viðurskiftini í náttúruni kunnu ikki samanberast við viðurskiftini í eini alinót, sigur landsdjóralæknin, Bjørn Harlou, at enda.