Vandi er fyri at eingin vil stuðla politikarum við pengum

Politikarar skulu ikki tvingast til at almannagera, hvør stuðlar teimum fíggjarliga

 

Politikarar skulu ikki verða noyddir til at almannakunngera, hvør stuðlar teimum. Fíggjarliga.

Tað halda umboðini fyri samgonguna.

Tjóðveldi hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at krevja, at politikarar, og politiskar flokkar, skulu almannakunngera, hvaðani teir fáa fíggjarligan stuðul frá til valstríð, og til politiskt virksemi annars.

Men samgongan tekur ikki undir við hesum. Uppskotið hevur verið til umrøðu í Rættarnevndini og har mæla øll umboðini fyri samgonguna frá, at tað verður samtykt.

Meirilutin í nevndini, sum er Christian F. Andreasen úr Fólkaflokkinum, Erhard Joensen og Frimodt Rasmussen úr Sambandsflokkinum, og Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum, halda ikki, at tað fer at fáa stórvegis sum helst ávirkan, at noyða politikarar at almannakunngera, hvør fíggjar valstríðið hjá teimum.

 – Í ringasta føri kann hetta hava við sær, at eingin vil stuðla politiskum flokkum og valevnum, tí spurningurin um hvønn politiskan flokk ein stuðlar, er ein viðkvom upplýsing, halda teir.

Tey vísa eisini á, at politiskir flokkar skulu gera roknskap og teir eru almennir.

Minnilutin í Rættarnevndini, sum er Ingilín D. Strøm úr Javnaðarflokkinum, umframt Hervør Pálsdóttir og Sirið Stenberg úr Tjóðveldi, siga, at endamálið við uppskotinum er at tryggja, at almenningurin altíð kann fáa innlit í, hvussu politiskir flokkar, løgtingslimir og valevni fíggja síni valstríð og virksemi teirra ­– og tað taka tær undir við.

Tær vísa eisini á, í »The Democratic Index«, sum mátar, hvussu demokratiskt eitt land er, er tað komið fram, at viðurskiftini í Føroyum eru ikki so gjøgnumskygd sum tey eru í øðrum londum.

– Róð varð fram undir, at búskaparligt vald kann ávirka flokkar, av tí at einki gjøgnumskygni er á hesum øki.

– At veita borgarunum innlit í privatan stuðul, styrkir trúvirðið hjá fólkaræðinum. Vit vita ikki, um politisku flokkarnir í Føroyum fáa privatan stuðul. Tí eru nógvar gitingar um privatan stuðul og tænastur, og tað er ikki gagnligt fyri samfelagið, siga tær tríggjar.

– Lobbyvirksemi er ikki ringt í sjálvum sær, men tá ið tað verður dult og myrkalagt, er tað skaðiligt fyri fólkaræðið, og soleiðis er tað eisini við privatum stuðli, siga tær.