Vandi eftir fundin

Tað var ikki sitandi arbeiði, sum Todi hevði á skránni týsdagin. Umframt at standa fyri sponso-økinum í Fremad Amager, verður føroyski áleyparin eisini “spælandi eigari” fyrstu tíðina, og tí stóð venjing á skránni, tá klokkan var farin av fimm.
Sjálvur roknar Todi tó ikki við, at hansara leiklutur verður tann berandi í so máta.
- Eg eri til reiðar at hjálpa, har eg kann. Men eg eri hóast alt 35 ár, og tí verður tað ikki eg, sum verði millum berandi kreftirnar á vøllinu, tá framtíðar málið um uppflyting skal nast. Fyrst og fremst er tað sum innskiftari og gardering, at eg síggi mín leiklut, men tað verður so í seinasta enda venjarin, sum avger tann spurningin.
Og so mundi venjarin kortini hava orsøk at smílast nakað. Tí hóast síni 35 ár, so man Todi Jónsson ikki vera tann vánaligasti jokarin hjá einum venjar at hava.