Vandi á ferð

ENN einaferð er Ísrael rakt av terroratgerðum frá víðgongdum palestinum. Tríggir Hamaslimir sprongdu seg sjálvar í luftina í vikuni og drópu fleiri ísraelar og løstaðu eitt ókent tal.

 

HETTA hevur fingið ísraelsku stjórnina til at umhugsa nýggj og víðgongd tiltøk móti palestinum í teimum hersettu økjunum og í Suðurlibanon.


TAÐ er greitt, at Ísrael kann ikki framhaldandi liva við hesum mongu terroratgerðunum, og tí má okkurt gerast. Vit fordøma hesar atgerðir. Samtíðis fordøma vit eisini politikkin hjá ísraelsku høgrastjórnini at fremja atgerðir móti hóvligum palestinum, sum bert vilja frið við Ísrael. Vit fordøma avgerðina hjá Nethanyau at loyva jødum at byggja íbúðir í tí fleirreligiøsa heilaga høvuðsstaðnum Jerusalem.


TAÐ er fullkomiliga greitt, at skal tað gerast meira liviligt í Ísrael í framtíðini, so má stjórnin steðga niðursetufólkunum, sum hava til endamál saman við høgrastjórnini einaferð med alla at gera Jerusalem til høvuðsstaðin hjá jødunum. Søgan sigur okkum, at kristin, jødar og muslimar hava megnað at liva nøkunlunda friðaliga í Jerusalem, men so skjótt ein av hesum religiónum vildi skúgva aðra til viks, so kom eldur í. Og tað er hetta sum er við at henda í Jerusalem í dag. Og hetta sum er ein orøskin til orrusturnar .


TIL USA , sum hevur átikið sær lutin sum meklari og løgreglumaður í Miðeystri er bert eitt at siga. Fá hóvligu palestinarnar at steðga Hamas og øðrum við sínum terroratsóknum og fá høgrastjórnina í Ísrael at gevast við sínum egoistiska niðursetupolitikki í Jerusalem. Latið henda bý sleppa at standa opnan fyri fleiri religiónum, har toleransan ræður.