Donsku vegirnir eru teir blóðugastu, vísa nýggjastu hagtølini.
Hóast talið av teimum sum doyggja í ferðsluni er minkað seinastu árini, er tað framvegis vandamiklari at ferðast á donsku vegunum, enn í grannalondum teirra.
Sambært metroXpress doyggja í miðal 68 danir í ferðsluni fyri hvørja millión íbúgvarar.
Hetta er eitt munandi størri tal enn í Svøríki har talið er 48, í Týsklandi 55, meðan hálendingar eru heilt niðri á 41.