Sjey út av 12 barnavognum hava dumpað eina trygdarroynd hjá trygdarstýrinum í danska vinnumálaráðnum. Vognarnir verða skýrdir at vera lívshættisligir fyri børn.
Ein av teimum sjey vognunum, sum er dumpaður, er ein vognur, sum er nógv at síggja í gøtunum í Føroyum. Talan er um tann vælumtókta Simo kombivognin.
Í grundgevingunum frá trygdarstýrinum verður millum annað sagt, at vandi er fyri, at eitt barn kann koma í klemmu millum lift og handtak á Simo kombivogninum.
Góðtaka ikki roynd
Sosialurin hevur tosað við Mariann Fuglø, sum eigur barnaútgerðhandilin Ciconia í Klaksvík. Hon sigur, at tey hava fingið bræv frá teimum, sum tey keypa frá, har boð eru um, at nakrir ávísir vognar skulu sendast aftur til Danmarkar, tí teir ikki longur skulu seljast. Men hetta er ikki aktuelt í Føroyum, tí hesir vognar verða ikki seldir her.
Men tá tað kemur til Simo kombivognin fingu tey boð um ikki at taka vognin úr handlinum, men bert at bíða eftir nærri boðum niðrifrá. Tí ENG Denmark A/S sigur seg ikki kunna góðtaka royndina, sum Simo kombi vognurin var til.
Í einum brævi, sum Ciconia hevur fingið niðrifrá, stendur, at sambært Trygdarstýrinum, so er vognurin lívshættisligur, tí at eitt barn kann blíva fast millum liftina og handtakið. Men verður sagt frá ENG, at fyri at hetta skal verða ein veruligur vandi, so skal talan vera um eitt barn, sum er millum 2 og 3 ára aldur, sum liggur í liftini, barnið má liggja uttan selar í vogninum, so at tað av sær sjálvum kann grulva úr liftini og handtakið skal verða í niðastu positión. Hetta er ikki ein positión, sum tað verður trillað í. Hon verður bert nýtt, um vognurin skal leggjast saman og taka so lítið pláss sum tilber. Og í síðsta førinum má barnið detta út við beinunum fremst, um vandin við at vera fast millum handtak og lift, skal vera veruligur. Og tað er hetta, sum ENG Denmark A/S ikki kann góðtaka.
Vognurin ikki vandamikil
Mariann Fuglø sigur, at fleiri fólk hava vent sær til handilin fyri at fregnast. Summi hava spurt, hvat trupulleikin er og onnur hava skemtað við tí, tí tey meta ikki, at tað kann passa.
? Øll, sum eg havi tosað við, eru glað fyri vognin, og tí skilji eg ikki, at ein tílík roynd verður gjørd eftir treytum, sum vognurin als ikki er gjørdur til, sigur Mariann.
Hon vísir á, at eitt tvey til trý ára gamalt barn ikki passar í liftina, sum vanliga verður nýtt í mesta lagið eitt ár. Hartil munnu tey foreldur, ið lata síni børn sita óbundin í vognunum, verða sera fá í tali, heldur Mariann, sum eisini leggur afturat, at um fólk ikki eru trygg við liftina, sum kemur við keypinum av einum Simo kombivogni, so er onki til hindurs fyri, at tey kunnu fáa eina vanliga lift.
? Og so hatta við handtakinum. Handan positiónin verður bara nýtt, tá vognurin til dømis skal leggjast í ein bil, so tað er ikki eftirfarandi, sigur Mariann, sum eisini setur spurnartekin við, hvussu eitt barn kann detta við beinunum fyrst úr eini lift.
Kombivognurin er ein vognur,sum verður nýttur í fleiri ár, tí hann kann gerast til ein koyristól seinni, og tað er allarhelst ein av orsøkunum til, at hann er so vælumtóktur.
Fólk, sum Sosialurin hevur tosað við, sum eiga slíkar vognar, siga seg als ikki skilja, at hann skal vera so vandamikil. Tey hava bara alt gott at bera vogninum.
Tað er ikki endaliga avgjørt enn kortini, um vognarnir verða tiknir av marknaðinum, tí ENG hevur sum sagt kært hetta málið.
? Hetta gevur Simo eitt stórt sár, siga tey í Danmark, sigur Mariann, sum tá Sosialurin tosaði við hana, bíðaði eftir endaligum boðum um, hvat skal henda við vognunum.










