Vandamikla Facebook

Nøkur góð ráð at hava í huga, tá tú leggur nakað út á Facebook:

• Tá tú teknar teg til Facebook, góðtekur tú, at tínar upplýsingar og myndir kunnu verða brúktar til tað, sum Facebook vil, t.d. í lýsingum

Facebook virkar undir eini sera liberalari amerikanskari lóggávu

• Facebook skilar sær rætt til at broyta brúkaratreytirnar

• Finn út av, hvat tú skalt krossa av fyri at verja tínar upplýsingar best møguligt

• Lat ikki alla teldupostadressubókina frá tær, tá tú teknar teg.

• Facebook goymir allar bústaðir hjá vinum, sum tú bjóðar, uttan mun til um tey velja at tekna seg ella ikki

• Halt ikki at upplýsingarnar eru loyniligar, hóast tú kanska hevur ein heldur afturlatnan profil. Fyri tað fyrsta hevur Facebook møguleika fyri at brúka upplýsingarnar alla staðni – og lítur tú veruliga á allar tínar 300 vinir

Strika Facebook-profil

Um tú vilt strika teg úr Facebook, verður tað ikki gjørt við bara at melda teg frá og so rokna við, at allar upplýsingar um teg eru burturi. Tín profilur liggur framvegis har, men er bara ikki sjónligur. Facebook hevur framvegis ræði á tínum upplýsingum og myndum. Soleiðis strikar tú tín profil tryggast møguligt:

• Far inn á ”Privacy” og ger tín profil privat mest møguligt – soleiðis at so fá sum møguligt kunnu fara inn á hann.

• Strika vinir – hetta má gerast manuelt við at tú fer inn á ”Remove friend” í hvørjum einstøkum føri.

• Strika teg úr øllum bólkum. Strika allar upplýsingar, sum tú hevur lagt út um teg sjálva.

• Strika fráboðanir á ”wallinum” – kanska tær mest persónligu.

• Strika allar myndir, tú hevur lagt út og bið helst onnur, sum hava lagt myndir út av tær um at strika tær.

• Bið um at fáa broytt títt navn undir „Change name“.

• Broyt teldupostbústað undir “Account” ovast í høgra horni

• Ger tína konto óvirkna.

Kelda: Dátueftirlitið