Vandamikil vegur

Fríggjakvøldið hendi tað aftur. Ein bilur, sum var á veg niðan úr Norðoyartunlinum og niðan á vegin, sum gongur millum Leirvík og Vík, koyrdi tvørtur um vegin og endaði á takinum hinumegin vegin

Leirvík

 

Fleiri ferðsluóhapp eru hend á vegastrekkinum, har vegaføringin úr Norðoyatunlinum kemur niðan í vegin, sum gongur út á Vík í Leirvík.

Og fríggjakvøldið um 19.25-tíðina hendi tað aftur.

Ein bilur úr Havn, sum var á veg úr Klaksvík og aftur til Leirvíkar, gáaði ikki eftir sneiðingini á vegnum, tá hann koyrdi út á vegin, sum gongur úr Leirvík út á Vík.

 

Fór runt

- Bilførarin koyrdi beint fram, fór tvørtur um vegin og endaði hinum megin vegin.

Løgreglan í Eysturoy sigur, at eini 4-5 ungir menn vóru í bilinum, og hóast bilurin fór runt í fallinum, hendi tíbetur eingin mansskaði.

- Vitni, sum sá bilin, sigur, at ferðin ikki var so ógvuslig, men helst hevur bilurin koyrt einar 80 km./t

Løgreglan sigur, at fleiri ferðsluóhapp hava verið júst á hesum vegastrekki, síðan Norðoyatunnilin læt upp.

- Eg havi verið á staðnum í einum tveimum umførum, og mær vitandi er talan um eini sjey ferðsluóhapp av slíkum slagi á hesum vegastrekki.

Ov myrkt

Løgreglan heldur, at ilt er at siga nágreiniliga, hvat tað er, sum ger, at tað er so trupult at koma niðan av tunnilsvegnum og niðan á vegin, sum gongur millum Leirvík og Vík.

- Eitt er, at hetta er eitt myrkt og helst ov illa uppmerkt vegastrekkið. Í aðrar mátar virkar tað fyri fleiri bilførarar, sum um vegurin bara gongur beint fram, tá tú kemur niðan ímóti.

Løgreglan vónar, at avvarðandi myndugleikar fara at hyggja nærri upp á hetta vegastrekkið, áðrenn vanlukkan hendir.

 

Vandamikið

- Her er nógv tung ferðsla á leiðini, og tí kann tað gerast rættiliga vandamikið, tá bilur kemur niðan úr tunlinum og koyrir beint út á vegin. Higartil hava bilførarar, sum eru komnir soleiðis fyri, verið ógvuliga hepnir, sigur løgreglan í Eysturoy.