Vandamikil sólkrem

Vanlig sólkrem kunnu hava í sær vandamikil evni, sum verða verandi í kroppinum í dagavís. Tí er umráðandi at ansa eftir, hvat tú smyrt á húðina

<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
 

Húðin er sum ein svampur og tekur í seg nógv meir av evnunum í sólkremi enn tað, sum granskarar fyrr hava hildið.
              
Granskarin og læknin, Helena Gonzales, hevur kannað, hvussu stóran part kroppurin tekur upp av vanliga sólkremfiltrinum, benzophenone-3.

Royndarpersónarnir smurdu sólkrem á húðina einar tvær ferðir um dagin í 5 dagar. Tað vísti seg, at kroppurin skilti evnið útaftur í 10 dagar eftir, at givist varð at nýta kremið.

Tá tú keypir sólkrem, skalt tú ansa eftir, at tað inniheldur evnini, zinkoxid og tatanoxid. Hesi evnini sum verja fyri sólini, eru ikki kemisk og eru tí heldur ikki skaðilig.

Meira um hetta fæst at vita á www.expressen.se, undir Helsa og Skønhet.