Vegkrossurin Grønlandsvegur - Jóannes Paturssonargøta tykist vandamikið vegastrekki at koyra á. Í øllum førum um farast skal eftir títtleikanum av óhappum, sum henda har á staðnum.
Fólk, sum búgva niðalaga við Grønlandsvegin í Havn, vita frá nógvum hendingum at siga, har bilar hava stoytt saman, og fólk eisini hava fingið skaða ella skelk. Bara í juli mánað í ár hava ikki færri enn trý ferðsluóhapp verið á staðnum. Í hvussu er í tí eina førinum hendi fólkaskaði.
Fólk, sum búgva í grannalagnum vita at greiða frá, at tað ofta eru bilar, sum koma oman eftir Grønlandsvegnum, ið koyra út á Jóannesar Paturssonargøtu og sostatt gerast atvoldin til óhappini.
Tey halda, at ein grund kann vera, at fólk halda vegastrekkð vera ein vanligan krossveg, og at tey, sum koma út eftir Joannes Paturssonargøtu, eiga at halda av fyri ferðslu frá høgru.
Men tey, sum halda soleiðis, hava misskilt eitthvørt, tí ferðsluskelti stendur við Grønlandsvegin, sum sigur teimum frá, at har skal haldast av.
So eisini á hesum vegstrekkinum, eins og mangan er vanligt yvirhøvur, eru tað menniskjansligar atvoldir til flestu óhappini.
Stutt og greitt tí at fólk hyggja seg ikki nóg væl fyri, ella í øðrum lagi virða ikki nóg væl ta uppmerking, sum er. Ella kanska bara tað, at tey hava gloymt, hvat koyrilærarin lærdi tey, at trýkantaða skeltið, sum stendur við vegkrossin, merkir.