Vandamikil ferðsla

Hagtøl hjá alheimsheilsustovninum WHO vísa, at 1,2 millión fólk doyggja í ferðsluni kring heimin á hvørjum ári, og av teimum doyggja umleið 90 prosent í láglønarlondum, tey flestu í Afrika og Asia. Tølini vísa eisini, at hvønn dag doyggja umleið 1.000 fólk, sum eru yngri enn 25 ár, í ferðsluni, og at fleiri ung millum 15 og 19 ár doyggja í ferðsluni enn av sjúkum sum eitt nú aids. Tað eru minni enn so øll, sum doyggja í bili. Tvørturímóti eru tað ofta fólk til gongu, fólk á súklu ella á prutli og ferðafólk í almenna flutningskervinum í teimum fátæku londunum. Í Asia, har nógv fólk brúka motorsúklu sum flutningstól, gongst illa at fáa fólk at brúka hjálm, og tað kostar fleiri mannalív har á hvørjum ári, sigur WHO.