Ein 34 ára gamal bandaleiðari hevði lætt spæl, tá ið hann rýmdi úr Statsfængslet Østjylland um vikuskiftið.
Tað var fríggjadagin, at 34 ára gamli Mohammed Figuigui flýggjaði úr fongslinum, sum verður kallað nútímans og trygt. Figuigui gjørdi heilt einfalt tað, at hann segði seg verða ein annar fangi, sum hevði fingið útfaringarloyvi. Ein fongsulsvaktur kannaði ikki samleikan hjá Figuigui, men lovaði honum út. Uttan fyri fongsli setti Figuigui seg í ein hýruvogn, og síðani hevur eingin sæð hann aftur.
Løgreglan hevur nú eftirlýst Figuigui bæði í Danmark og uttanlands. Slaturin gongur um, at Figuigui skal verða farin til Marokko, men løgreglan stendur á berum.
- Hetta er sera óheppið og eigur ikki at henda. Eg havi ongantíð upplivað nakað líknandi hesi mongu árini, eg havi arbeitt í fongsli, sigur Jørgen Bang, inspektørur fyri Statsfængslet Østjylland, við Politiken.
Mohammed Figuigui fekk í 2009 átta ára fonguslsrevsing fyri drápsroynd. Hann var dømdur fyri at hava roynt at beina fyri einum vitni í einum rættarmáli ímóti honum.
Fongsulsvakturin, sum lovaði Figuigui út, er fyribils frítikin fyri tænastu og sendur heim.