Vandamikið fýrverk

Løgreglan í Roskilde hevur funnið ikki færri enn 3.000 sterk kanónsløg, sum eru rættiliga vandamikil

Í ávarðing, sum send er fjølmiðlunum sigur Færøernes Kommando, at vandamikið fýrverk er í umfari í Danmark. Og tá so er, er ofta stutt til tað kemur hendanveg.

Sagt verður frá, at løgreglan i Roskilde hevur lagt hald á 3.000 kanónsløg, sum eru skeivt framleidd. Og tað ger tey upp aftur vandamiklari, enn vanlig kanónsløg.

Sagt verður frá, at ein skeiv kemikaliublanding hevur gjørt, at kanónsløgini eru ring at festa í. Tí kann henda, at tey ikki bresta, men enda sum sonevndir »fusarar«.

Finna børn slíkar »fusarar«, er ofta torført hjá teimum at síggja, um fjúsið er brent niður ella ikki. Tí kann tað bresta beinanveg, fest verður í. Og so hendir skaði.

Fyri at vara seg fyri hesum kanónsløgum sigur løgreglan frá, at hesi kanónsløgini síggja keðilig út. Tey líkjast frá vanligum fýrverki, sum ofta er vavt inn í litríkt pappír. Hesi, sum ávarað verður ímóti, eru vavd í grátt ella brúnt pappír og læst í endanum við plast- ella korkproppi, sum seglaðir eru við onkrum límkendum.

Finna fólk slíkar lutir, eiga tey at lata teir liggja. Latið vera við at taka teir upp, men sigi heldur myndugleikunum frá.