Vandamikið at hyggja eftir kvinnum

fjør vóru 115.000 ferðsuóphapp í suðuramerikanska landinum Kolombia, og myndugleikarnir hava nú kannað, hví talið er so stórt. Undir kanningunum eru teir komnir eftir, at fimta hvørt óhapp kemst av, at bilførarar tosa í fartelefon, men tað hevur vakt størri ans, at fimm prosent av óhappunum standast av, at menn hyggja eftir kvinnum, meðan teir koyra bil.

-Vit hava okkara egnu mentan, og ein partur av henni er, at menn hyggja at tí, teir halda vera vakurt, sjálvt um tað fær teir at gloyma, at teir koyra bil, sigur Fransisco Fernandez, sum hevur kannað hagtølini.

Kolombisku myndugleikarnir hava gjørt nógv burtur úr at bøta um viðurskiftini í ferðsluni, og tað hevur eisini hjálpt. Fyri bara fáum árum síðani vóru umleið 200.000 ferðsluóhapp har um árið, men nú er talið komið niður ímóti tí hálva. Um tað er tí, at menn hyggja minni eftir kvinnunum, sigur søgan kortini einki um.