Vandamest at búgva í Tokyo

Vandin fyri, at ein náttúruvanlukka skal raka ein av heimsins størstu býum, er størstur í Tokyo, Los Angeles og San Fransisco

Myndugleikarnir í stórbýum sum Tokyo, Los Angeles og San Fransisco eiga at gera eina neyvan tilbúgvingarætlan sum skjótast, so fólk fáa greit at vita, hvat tey skulu gera, verður býurin fyri einari náttúruvanlukku.
Tað sigur heimsins størsta tryggingarfelag, Munich Re, í einari nýggjari frágreiðing. Har stendur at lesa, at vandin er størstur í Tokyo, tí vandi er fyri, at býurin kann verða raktur av bæði jarðskjálvta, gosi, tropiskum ódnnum, tsunami-flóðaldum og vatnflóð. Sambært Munich Re er vandin næstan fýra ferðir størri í Tokyo enn í San Fransisco og sjey ferðir størri enn í Los Angeles.
Tann nýggja frágreiðingin verður løgd fyri ein ST-fund í Kobe í Japan seinni í mánaðinum. Í 1995 var ein harður jarðskjálvti í Kobe. Hann kostaði 6.000 mannalív og gjørdi skaða fyri meiri enn 100 milliardir dollarar.
Munich Re sigur, at ein tílík vanlukka fer at krevja munandi fleiri mannalív, rakar hon ein av hinum stórbýunum. Í Tokyo búgva 35 milliónir fólk og í Los Angeles 9,9 milliónir.