Vandalisma á farstøðini á Farstøðini á Farstøðini

Viðførisboksirnar á Farstøðini í Havn fáa ikki frið. Úrslitið er, at fólk hava ongastaðni at goyma ferðagóðs eftir klokkan 17, tá diskurin verður afturlatin

Tað ber ikki til at seta eina tasku frá sær á Farstøðini í Havn eftir klokkan 17. Tá letur tænastudiskurin aftur, og einki pláss er í húsinum at goyma viðføri í.

Hóast boksir standa í bíðirúminum, eru hesa ónýtiligar. Tær fáa stutt og greitt ikki frið at standa, sigur Reidar Nónfjall, stjóri á Strandfaraskipum Landsins, sum umsitir tænastudiskin á Farstøðini.

Reidar Nónfjall er samdur í, at tænastan er ikki nóg góð í løtuni. Men arbeitt verður við málinum, og hann væntar rímiliga skjótt at vera komin til eina loysn, sum er nøktandi fyri tey ferðandi.

Reidar Nónfjall sigur, at tey hava roynt at gera boksirnar aftur, so hvørt tær verða oyðilagdar. Men tað er ikki haldbart í longdini, alla tíðina at skula taka upp eftir ótangum, sum ikki duga fólkaskikk. Hinvegin eru boksirnar av slíkum slag, at tær als ikki eru ætlaðar ella egnaðar at standa soleiðis alment frammi. Hetta eru boksir, sum nýttar verða inni á til dømis svimjihallum til at goyma klæði í, og altso ikki til at standa á almennum støðum, har so nógv fólk ferðast. Arbeitt verður við at fáa rættiligar boksir settar upp. Men tað er ein peningaspurningur. Og umframt er tað als ikki Strandferðslan, sum eigur húsið. Tað ger Tórshavnar Havn, sum so leigar aftur til Strandferðsluna. Sostatt er tað Havnin, sum skal bera kostnaðin í fyrsta umfari. Og øllum hesum verður sum sagt arbeitt við, sigur Reidar Nónfjall.

Fólk, sum ferðast um Farstøðina, ilskast inn á, at ikki ber til at seta viðføri frá sær eftir klokkan 17 seinnapart. Tá verður tænastudiskurin stongdur, og tænastuupplýsingin flutt yvir til bilstøðina Bil, sum er í sama húsi. Men har ber ikki til at goyma viðføri, tí høli er ikki til tess.

Reidar Nónfjall sigur, at nú tey arbeiða við málinum, eru tvinnir møguleikar. Annaðhvørt at fáa til vega nýggjar, haldbarar boksir, sum fólk kenna aðrastaðni frá, ella at lata fólk verða á staðnum, meðan skip og bussar koma og fara.

Men alt hetta er við í teirri ætlan, sum nú verður viðgjørd, sigur stjórin á Strandferðsluni. Og hann leggur aftrat, at tann ætlanin verður liðug, áðrenn summarferðingin byrjar.