Vandalisma?

"í samband við gerð av ríðibreyt niðri við vatn"

Viðmerking til grein í Dimmu 16/4-03. Eg havi ofta lisi greinar í Sonni Jacobsen hevur skriva,við stórum áhuga ,hann er jú ein skrivandi maður,soleiðis var eisini ein mikudag fyri stuttum,tó so,tá gjórdist eg sera skelkaður?.Tí hesar reglur.
Eg veit satt at siga ikki hvat Sonni vil við hesari skriving,í hann hevur um virksemi hjá Vága ríðingarfelag,ella sum hann sjálvur nevnir "rossamennirnir". tí sum greinin er skriva ,visir hann ein mótvilja móti Vága ríðingarfelag gjógnum alla greinina,og ein so nógv skrivandi maður sum Sonni átti ikki at lati hettar komi fram við síni skriving,so klárt.
Eg trúgvi satt at siga ikki at tað er flúgvarabedingin í Sonni er so keddur yvir,um so var, hevði hann fyri langari tíð síðan havt gjórt vart við seg sum formaður í Sørvágs bygdasavni,tí flúgvarabedingin hevur ikki sæð so gott út,sum hann nevnur í brævinum,slett ikki,tí síðan kríkslok hava teymarnir í ganga út frá henni "tað er har í banin liggur"verði karmur um órudd av trolum,lemmun,avfresaðum asfalit v.m.Teir heyggjar í nú eru slættaðir,eru ikki nattúrheyggjar,men gjórdir av maskinum undir seinna heinsbardaga.Annars er ikki nógv av flúgvarabedingini lagt undir,bert tveir teymar og ein partur av bakkanum,so tey søðuligu virðini hava neyvan fingi skaða av tí orsøk.
Tá tú tosar um banan longri uppi,skilji eg teg slettis ikki,hann liggur oman á gamla bygdavegnum til Sørvágs í uttan iva man verða eitt fornminni,og at gerða ein ringbana har,hevði skemma náttúruna óneyðuga nógv,har er jú stórur jarðarmunur,so har hevði tú sum formaður í Sørvágs bygdasavni verði noyddur at mótmælt,og eg hevði tá verði púra samdur við tær,eisini hevði verði trubult at fingi neyðugu loyvini frá avarandi mynduleikum,um leiðu v.m.
Eg skilji slettis ikki at tú sum formaður í Sørvágs bygdasavn ferð í bløðini við hesum málið,aðrenn tú hevur tosa við avarandi mynduleikar fyrst,men sjálvandi eru ymiskir mátar at frambera síni sjónarmið
Annars kann eg siga,at eg ikki eri í nevndini hjá Vága ríðingarfelag,so hendan viðmerkingin er frá mær sjálvum,men sum limur í felagnum eri eg glaður fyri at banin er komin ,og vón mín skal verða at nógv fólk fáða gleði av hesi breyt í frammtíðini,tað verður seg ríðingarfólk og onnur í vilja njóta náttúruna í hesum avbera vakra umhvørvi,tó spell er at summi fólk altíð mótmæla, tá okkurt verður gjórt, um tað er persónligum orsøkum, peningaligum ella bara fyri at verða hoyrd,skal verða ósagt.
Hettar er ein endalig viðmerking til greinina hjá tær Sonni,eg ætli mær ikki út í næka blaðkjak tí tað tími eg slett ikki.