Vandaleyst álopsspæl

Vertirnir áttu tveir stórar møguleikar fyri steðgin, men annars var lítið bit í, tá VB/Sumba fyri fyrstu ferð í ár helt málið reint.

Fótbóltur

Tað tóktist vera lítil ivi um, hvør fremsti setningurin hjá fyribils settu venjarunum hjá VB/Sumba var leygardagin. Í 18 dystum hevði enn ikki eydnast suðuroyingunum at halda máið reint, og tí vóru boðini fyrst og fremst, at verjan skuldi standa rætt.
Hetta eydnaðist eisini móti einum GÍ-liði, sum nú ikki hevur vunnið ein fótbóltsdyst, síðani teir tann 16. juni løgdu seg á odda í Formula-deildini við einum sigri á HB.

Ov nógv upp á Gunnar
At GÍ ikki hevur vunnið síðani, kunnu tað sjálvandi vera nógvar orsøkir til. Ein teirra er tó heilt víst, at mótstøðuliðini nú aftur hava fingið ta virðing fyri GÍ, sum var gerandiskostur fyri fáum árum síðani. Uppskriftin hjá liðnum hevur í ár verið at liggja aftarliga á vøllinum, fyri síðani at seta ferðina langt upp, tá bólturin er vunnin, men hetta hevði VB/Sumba lúrt av undan dystinum.
Fyrst og fremst, so vágaði heimaliðið ikki alt ov nógv fram eftir vøllinum, og tí fekk GÍ sjáldan høvi at seta kviku mótálopini ígongd. Ístaðin vóru tað teir, sum høvdu bóltin nógv meira, men tá tað ráddi um at skapa møguleikar, var mangan mest sum turrgelt.
Hartil hevði VB/Sumba við at seta Dmitri Jankovic á Gunnar Nielsen skert álopsspælið hjá gestunum í stóran mun. Aloftast er Gunnar maðurin, sum skal skapa kreativitetin hjá GÍ, og tann leiklutin megnaði hann ikki at liva upp til leygardagin.
Ístaðin var tað VB/Sumba, sum var nærmast við at skora. Tvær ferðir høvdu teir stórar møguleikar, men í báðum førum bjargaði træverkið gestunum, og so spurdist ikki meira burturúr.

Flyta seg rætta vegin
Stigið leygardagin ber við sær, at VB/Sumba spakuliga er í ferð við at førka seg úr botninum. Enn sum áður eru tað dystirnir móti ÍF og B68, sum verða avgerandi fyri lagnuna, men sum støðan er í dag, er VB/Sumba at kalla ein dyst framman fyri í so máta.
Um venjaraskiftið er orsøkin, skulu vit lata vera ósagt. Men nullið, sum liðið hesa ferð helt, er tað fyrsta av slagnum í ár, og tað er ein ævigur sannleiki í fótbólti, at eitt gott lið tekur útgangsstøði í verjupartinum. Var dysturin leygardagin eitt úttrykk fyri hetta, so boðar tað í øllum førum fyri góðum hjá suðuroyingunum.
Hjá GÍ var javnleikurin enn eitt av fleiri úrslitunum, sum tykist flyta GÍ longur og longur frá toppinum. Har er málið annars aftur í ár at vinna seg upp á Europiskt pláss, men skal hetta henda, mugu sigrar skjótt á kontina. Ikki minst tey bæði komandi umførini, har B68 og ÍF eru mótstøðuliðini.