Rúmdarferjan Atlantis er farin á eina ferð, sum NASA sigur vera vandafulla Sjey rúmdarmenn eru umborð á amerikonsku rúmdarferjuni Atlantis, sum varð skotin út í ringrás um Jørðina frá støðini Cape Canavaral í Florida seinnapartin í gjár.
Rúmdarumsitingin NASA sigur, at talan er um eina vandafulla ferð. Høvuðsuppgávan hjá manningini er at umvæla tann stóra Hubble-kikaran, sum hevur verið í ringrás um Jørðina síðani apríl í 1990, og sum hevur ferðast meiri enn 100.000 ferðir runt um Jørðina hesi árini.
Nú skal kikarin umvælast, og tað fer at krevja, at nakrir av manningini á Atlantic skulu arbeiða uttan fyri ferjuna fimm ferðir, sigur NASA.