Eftir lesarabræv frá John av Reyni í gjár, har hann fanst at vánaligu møguleikunum hjá kvinnum at fáa kannað seg fyri bróstkrabba, heldur Karl Jóhan Staksberg, at John hevur verið ov hvassorðaður mótvegis landsstýrismanninum við heilsumálum.
Les eisini: Andaðist ímeðan bíðað var eftir lækna
- Tað kemur altíð sníkjandi og so við og við flytast mørkini fyri góðan skrivi- og talusið. Vit hava ein góðan skrivisið í Føroyum, men tað er einki at ivast í, at mørkini fyri, hvat mann kann standa inni fyri at skriva eru í løtuni farin á eitt síðuspor, sigur Karl Jóhan.
Teir eru samdir um, føroyskar kvinnur hava ov ringar sømdir at sleppa til kanningar, men Karl Jóhan metir íkasti hjá John fara eftir manninum heldur enn bóltinum.
Les eisini: Ansa eftir tínum orðum
John av Reyni vísti á eitt álvarsamt dømi, har ein kvinna í 30unum doyði vegna ov vánaligar umstøður at vera kannað.
- Tískil vil eg heita á teg, Karsten Hansen, um at fáa hetta í rættlag sum skjótast, tí vónandi vilt tú ikki hava lívið hjá øðrum á tínari samvitsku, segði John.
Tað er her, at Karl Jóhan metir, at málið, sum skuldi lýsast ikki kom til sín rætt, men heldur gjørdist persónligt.









