Partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur, men fiskiskapurin er sum heild vánaligur. Okkurt parið hevur tó fingið nakað av upsa.
- Ein djúpvatnstrolari er undir Eysturgrønlandi og fiskar svartkalva. Teir frysta veiðina umborð. Tveir eru nýliga farnir á svartkalvaveiði undir Føroyum, og teir landa neyvan í vikuni.
Fiskamamarknaður Føroya væntar, at djúpvatnstrolararnir, sum liggja, fara út aftur í næstum.
- Ein trolbátur er vesturi á Íslandsrygginum og fiskar tosk. Tveir eru á landleiðini, og annar landar mánadagin og hin seinni í vikuni.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at teir smáu trolbátarnir fáa eina blanding av toski, reyðsprøku, tugu og havtasku.
- Nakrir liggja við bryggju, men onkur loysir helst um vikuskiftið, verður lagt aftrat.








